Undirvísarar

Á Ítróttaháskúlan í Suðuroy verður stórur dentur lagdur á, at venjingar og undirvísing verður á hægsta stigi, ikki bara í føroyskum høpi, men í altjóða høpi.

 
37839758_10212013262994798_8444523135549571072_n-2.jpg

Guðmundur Joensen

Leiðari
Leiðsla
Adventurebreytin o.a.

Guðmundur Joensen er háskúlaleiðari og er harumframt venjari í konditiónsvenjing og langteina/distance-venjing. Guðmundur hevur sjálvur havt eina ítróttaleið sum yrkisíðkandi í triathlon og hevur kappast á úrvalsstøði. Guðmundur hevur sostatt drúgvar royndir og vitan um motivatión og hvat skal til fyri at virka sum yrkis-ítróttarfólk.

P1340642.jpg

Rói Agnarsson

Undirvísari
Venjingarbreytin
Adventurebreytin

Venjingarbreytin verður skipað av Róa Agnarssyni. Rói hevur íðka á landsliðnum í bæði borðtennis og tennis, har hann millum annað hevur luttikið á oyggjaleikum. Seinni árini er Rói farin at íðka cross fit, har hann í 2014 gjørdist føroyameistari. Rói leggur dent á fjølbroyttar og stuttligar venjingar, sum fáa pulsin upp og menna næmingarnar kroppsliga. Harumframt undirvísir Rói eisini á Adventurebreytini, har Rói hevur nógvar royndir við klintring og síging og útlærdur kajakinstruktør.

38856445_10215876528159642_5412460641879326720_n-2.jpg

Øssur Debes Eiriksfoss

Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar

Øssur Debes Eiriksfoss er knýttur at adventurebreytini. Øssur er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Keypmannahavn og er eisini klintri-instruktør. Øssur hevur íðka reiðsskaps-fimleik í nógv ár og hevur m.a. verið á bæði føroyska og danska fimleikalandsliðnum. Øssur brúkar eisini nógva tíð úti í føroysku nátúruni, bæði á sjógvi og landi. Øssur vann, saman við tveimum øðrum, Ninja Warriors 2016 kappingina í Danmark og setti eisini met til kappingina.

 
IMG_20160922_174536-4.jpg

Jóni Brandsson Christiansen

Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar Media

Jóni Brandsson Christiansen undirvísir á adventurebreytini, og er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Aalborg. Jóni hevur í nógv ár íðka reiðskapsfimleik og hevur í tí sambandi eisini verið á føroyska fimleika landsliðnum, bæði sum venjari og undirvísari. Tey seinastu árini hevur Jóni brúkt meiri orku uttandura, har hann m.a. hevur brúkt nógva tíð uppá at klintring, cliff-jumping og slackline.

10259126_10202227473270848_9053210616737308943_o.jpg

Jón Pauli Olsen

Undirvísari
Fótbóltsbreytin

Jón Pauli Olsen (f. 1968) hevur drúgvar royndir sum fótbólts-venjari í Føroyum og hevur m.a. vant lið í Effodeildini (bestu mansdeildini), A-landsliðið hjá kvinnum og U-17 landsliðið hjá kvinnum. Jón Pauli hevur eisini síðan 2013 staðið á odda fyri fótbóltinum á ítróttarbreytini hjá Vágs Skúla. Áðrenn Jón Pauli gjørdist venjari, var hann sjálvur fótbóltsspælari og hevur í nógv ár spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum.

13103370_10209309366840829_6238865963483586048_n.jpg

Jón Bjarnason

Undirvísari
Svimjibreytin
Ítróttaástøði

Svimjibreytin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnason (f. 1970). Jón Bjarnason er útbúgving elite-svimjivenjari (1999 og 2000) og hevur harumframt eisini FINA-útbúgving (2001) sum venjari hjá ungdómum. Jón Bjarnason er royndast svimjivenjari í Føroyum og harumframt eisini sera høgt í metum millum útlendskar venjarar. Jón hevur vant bæði føroysk og donsk landslið, feløg í Føroyum og í Danmark, harumframt hevur  Jón verið venjari til bæði Oyggjaleikir, Norðurlendsk meistaraskap, Evropameistarskap, World Cup kappingar, Heimsmeistaraskap og Olympisku leikir.