Adventurebreyti

 
 

Náttúrurúsur

Adventure breytin virkar sum høvuðsbreyt hjá øllum næmingum. Hetta inniber at øll koma at hava adventure samstundis. Adventurebreytin á Ítróttaháskúlanum er sera spennandi breyt, har náttúran er høvuðsleikpallur. Hon er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og summarfuglar í búkin.

Umframt eitt virkið adventure lív, verða spennandi tiltøk við t.d. klintring, fjallgongu, kamping og kajakking. Breytin er skipað sum bland av styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin. Samstundis ber brá av, at náttúran og veðurlíkindini eru viðspælarar, og eru við til at skipa, hvat er á skránni.

Filmsbrotini omanfyri gevur eina ábending av, hvat adventurebreytin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy innber.

 

Klintring

Klintring er eitt av høvuðsítrivinum, vit fáast við á adventurebreytini. Her sleppur tú at royna tína handastyrki, uppgávuloysing og motorisku førleikar - og ikki at gloyma dirvi. Tað verður farið niður í djúpdina í klintriheimin, har næmingarnir fáa klintriskeið (S1), sum gevur teimum hollar royndir og kunning um tryggleika og mannagongdir. Hetta ger at tey kunnu fara sjálvstøðugt út at klintra eftir skeiðið.

 

Cliff Jumping

Eitt er at leypa frá vippunum í svimjihyli undir tamdum viðurskiftum. Nakað heilt annað er at vera fríur í náttúruni millum aldurnar og bergini. Cliff jumping er eitt avbjóðandi ítriv, sum krevur at man hevur tunguna mitt í munninum, og gevur summarfuglar í búkin. Á teimum ymisku støðunum vit fara at cliff jumpa finnast nógvar ymiskar hæddir; alt frá 1 metur upp í næstan 10 metrar, soleiðis at ein stigvíst kann royna seg á ymiskum hæddum.

 

Surfing

Sum nakað nýtt eru vit koyrt sufing á breddan. Vit hava ognað okkum 10 surfbrettir og tveir av okkara undirvísarum eru surfinstruktørar. Surfing er ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum, sum krevur nógva balansu og teknikk. Her sleppa næmingarnir sleppa at royna seg á brimfjølum í brótandi aldunum.

Kajakk

Kajakkin gevur frælsi á havinum og møguleikar at uppliva Føroyar á ein ørðvísi hátt - tað kann vera alt frá at granska bergholir, ein túr millum bergini á Vágseiði ella ein hugnaligan túr á Vágsfirði. Her fáa næmingarnir altjóðaviðurkent kajakk prógv (IPP1) gjøgnum Dansk Kajakk og Kano Forbund, sum ger, at næmingarnir sjálvstøguðt kunnu fara á kajakktúr í firðum undir sømiligum veðurumstøðum.

 

Náttúra

Tað finnast óteljandi náttúruperlur um alla suðuroynna. Á adventurebreytini fara vit túrar runt um stórstapartin av suðuroynni, har næmingarnir koma at kenna oynna út og inn. Her verður eisini lagdur dentur á, hvussu man ber seg í náttúruni og fjøllunum.

 

Race

Á Ítróttaháskúlanum elska vit at race'a á ørvísi og stuttligar mátar. Tað kann inniberða alt frá harðførri og treysti til vit og taktikk fyri at náa fyrst á mál. Her vera táttir sum kajakk, talv, o.a. blandað uppí, sum stimbrar næmingarnar at nýta allar førleikar innan ítróttin.