Fótbóltsbreytin

 
P1390838.jpg
 

Fótbóltur

Fótbóltsbreytin á Ítróttaháskúlanum snýr seg um áhuga, vilja og ágrýtni– alt skipað í mun til tað tú persónliga vil náa innan fótbóltin.

Við frálíkum kørmum í nýggju Marghøllini ber til at spæla fótbólt í øllum veðri. Á Eiðinum í Vági eru góðar umstøður til uttandurða fótbóltsvenjing á graslíkisvøllinum.

Venjingin fevnir um bæði tekniska, taktiska og fysiska venjing – og verður skipað undir leiðslu av Jón Paula Olsen, ein av okkara fremstu fótbóltsvenjarum, sum eisin hevur drúgvar royndir sum landsliðsvenjari. Er áhugi fyri tí, ber til at sleppa at venja og spæla við FC Suðuroy.