Um skúlan

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein fólkaháskúli, staðsettur í Vági, hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í einari fjølbroyttari persónligari menning.

Ítróttaháskúlin er skipaður sum partur av Háskúlanum í Suðuroy. Háskúlin eigur at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum. Háskúlin kann m.a. bjóða út undirvísing innan ítrótt, list og mentan. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga. Háskúlin kann samstarva við aðrar skúlar, felagsskapir og stovnar í samband við undirvísingina. Háskúlin er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tvs. ungum, sum eru 17 ár og eldri.

Heystskeið, várskeið og ársskeið

Ítróttaháskúlin í Suðuroy skipar fyri bæði hálvárs- og heilsársskeiðum. Hálvársskeiðini eru heyst-hálvuna (frá mitt í august til fyrstu viku í desember) og vár-hálvuna (frá mitt í januar til mitt í juni).

Heystskeiðið er 15 vikur, Várskeiðið er 20 vikur og Ársskeiði er 35 vikur.

Heystskeiðini eru í 15 vikur (tá er 1 vika heystfrítíð) op várskeiðini í 20 vikur (tá er 1 vika páskafrítíð og tilsamans 1 vika í frídøgum um várið). Heilsársskeiðini ganga frá mitt í august til mitt í juni, og fara næmingar í heystfrítíð, jólafrítíð og páskafrítíð, umframt tilsamans 1 viku í frídøgum um várið.

Kostnaður

Kostnaðurin fyri eitt skeið er 1500 kr. um vikuna . Hetta er íroknað venjing, undirvísing, mat og uppihald, adventure dagar, túrar runt Føroyar og uttanlandaferð. Í samband við tilmelding verður eitt tilmeldingargjald á 5000 kr. Tilmeldingargjaldið fer upp í vikugjaldið, tá skeiðið byrjar.

Ávísar kommunur velja at stuðla skúlauppihaldum av ymiskum slag. Sett teg í samband við tína kommunu og spyr teg fyri, um hon stuðlar háskúlauppihaldi. Eisini ber til at seta seg í samband við til dømis títt ítróttafelag um at stuðla tínum uppihaldi á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Búðstaður

Vágsvegur 111
900 Vágur
Faroe Islands

 
 

Gerðandisdagurin

Gerandisdagurin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er merktur av, at næmingar fáa avbjóðingar á nógvum ymiksum økjum; bæði ítróttarliga og perónliga. Umframt upplivingar, venjing og nýggja vitan um krop, kost, motivatión os.fr., fáa næmingar eisini høvi at læra nýggj fólk at kenna og kanska eisini læra seg sjálvan betur at kenna.

Á uppihaldinum á skúlanum fáa næmingarnir húsliga ábyrgd. Morgunmatur, millummáli og nátturði verður gjørdur av næmingunum saman við starvsfólki. Næmingarnir verða uppdeildir í mathold, sum saman við undirvísararnum, gera eina matarætlan til alla vikuna. Her verður dentur lagdur á at maturin skal vera fjølbroyttur og heilsugóður. Harumframt fáa næmingarnar eisini ábyrgd av vasking av klæðum og reingerð av bústaði.

Næmingaheim

Gist verður í nýggja næmingaheimið á sandinum, sum er tikið í nýtslu í 2020. Her kunnu húsast 48 næmingar, har tvær og tveir sova í hvørjum komari.

Í næmingaheiminum kunnu næmingarnir slappa av og hugna sær, tá tey hava frí. Millum annað plaga næmingarnir at finna uppá ymisk hugnalig ting at gera í samlag; t.d. hyggja film, baka pannukøkur, borðspøl ella game’a.

Karmar

Vágsbygd liggur sera væl fyri og er sum skapt til ein ítróttarháskúla. Við náttúruni tætt at sær, er bygdin er er ein náttúruperla við møguleikum í allar ættir; vágseiðið til klintring og cliff jumping, Vágsfjørð til kajakk, rógving og slackline, Eggjarnar til styttri fjalla- og rennitúrar, Borgarknappur til longri avbjóðandi fjallatúrar. Hetta gevur ómakaleysa atgongd til allar tørvir, tá tað kemur til adventurelívið og uttandurða ítriv.

Eisini innandurða karmarnir eru framúr til allan ítrótt. Marghøllin skapar innandurða karmar um alt frá fótbólt og frælsan ítrótt til klintring og ropeswing. Pálshøll hevur allar hentleikar til svimjivenjingar á øllum støði. Innandurða ítróttur gongur fyri seg í VB-høllini. Hesar hallir bera við sær, at tað er møguligt at gera øll ítriv árið runt - óansæð, hvat tað føroyska veðurlagi kastar eftir okkum. Næmingarnir skulu hava súkklu við, sum verður nýtt til flutning á ymsku undirvísingarhølini og -økini.

Skema

Dømi um ein vanilgan dag á Ítróttaháskúlanum:

07.00 - 07.30: Morgunmatur
08.00 - 10.00: Breytir
10:00 -12.00: Føroyskt/Ítróttaástøði/Opnin tími
12.00 - 13.00: Millummáli
13.15 - 16.00: Adventure
15.00 - 17.00: Frí
17.00 - 18.30: Matholdið fer undir at gera mat.
18.30 - 19.30: Døgurði
19.30: Frí & kvøldhugni
22.30: Friður / songartíð

Túrar

Frá 2020 verður tað afturvendandi, at Várkseiðið fer til Norra á skíferð í februarmánaða. Harumframt arbeiða vit fram í móti at Heystskeiðið eisini skal fara á onkran aktivtets-túr í framtíðini (2021 ella seinni).

Hesar ferðir vera íroknaðar vikugjaldið fyri at ganga á skúlanum.

Eisini verður farið á útferðir runt Føroyar. Tað verður millum annað skipað fyri einum klintritúri til Norðadals, surfing í Tjørnuvík og ymiskir túrar til sjálvsom og vøkur støð kring Føroyar.

Aldursbólkar og tjóðskapir

Ítróttaháskúlin er seinastu tvey árini vorðin væl umtóktur millum allar aldursbólkar og tjóðskapir. Harímillum kann teljast Danmark, Ísland, Týskland, Svøríki Ongland og Portugal.

Aldurin er úr 15 ár og uppeftir. Hóast ein breiður aldursbólkur er ein góður dynammikkur við vinarbondum tvørtur um allan aldur. Tað sæst tó eitt afturvendandi rák, at á várskeiðinum eru fleiri, ið koma úr miðnámsskúlum, har aldurin liggur um 18-22 ár. Meðan heystskeiðið eru fleiri, sum koma úr fólkaskúlanum, har aldurin liggur um 16-18 ár.

Elinborg-og-Íunn.jpg

Reglugerðir

Á Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tú ábyrgd av bæði egnum og felags lívinum. Av somu orsøk eru ásettar reglur fyri atburði, soleiðis at felags lívi og fakligu málsetningarnar fáa best gjørligu umstøður:

Tað er møtiskylda til ásettu tið til venjing og undirvísning, frálæru, máltíðir og tiltøk, sum skúlin skipar fyri. Í serligum førum kunnu næmingar fáa loyvi at sleppa undan luttøku, í slíkum førum verður hetta gjørt eftir avtalu og við loyvi frá leiðaranum á Ítróttaháskúlanum.

Tað skal verða friður á næmingabústaðnum kl. 22.30. Eftir hetta er vanlig friðalig samvera loyvd. Næmingar skulu búgva á háskúlanum.

Vitjan og møgulig yvirnátting av gestum kann verða loyvd eftir avtalu við háskúlaleiðaran. Eftir avtalu við leiðaran ber til at fáa vitjandi og møguliga eisini náttarliggjandi gestir í skúlauppihaldinum á Ítróttaháskúlanum.

Alkohol er bannað. Somuleiðis eru onnur rúsandi evni bannaði á skúlanum. Doping er eisini bannað. Brot á hesar reglur førir við sær burturvísing.