Undirvísarar

Á Ítróttaháskúlan í Suðuroy verður stórur dentur lagdur á, at venjingar og undirvísing verður á hægsta stigi, ikki bara í føroyskum høpi, men í altjóða høpi.

 
P1520778.jpg

Miriam Jannit Norðberg

Leiðari

Leiðsla, dansur

38856445_10215876528159642_5412460641879326720_n-2.jpg

Øssur Debes Eiriksfoss

Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar

Øssur Debes Eiriksfoss er knýttur at adventurebreytini. Øssur er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Keypmannahavn og er eisini klintri-instruktør. Øssur hevur íðka reiðsskaps-fimleik í nógv ár og hevur m.a. verið á bæði føroyska og danska fimleikalandsliðnum. Øssur brúkar eisini nógva tíð úti í føroysku nátúruni, bæði á sjógvi og landi. Øssur vann, saman við tveimum øðrum, Ninja Warriors 2016 kappingina í Danmark og setti eisini met til kappingina.

IMG_20160922_174536-4.jpg

Jóni Brandsson Christiansen

Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar Media

Jóni Brandsson Christiansen undirvísir á adventurebreytini, og er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Aalborg. Jóni hevur í nógv ár íðka reiðskapsfimleik og hevur í tí sambandi eisini verið á føroyska fimleika landsliðnum, bæði sum venjari og undirvísari. Tey seinastu árini hevur Jóni brúkt meiri orku uttandura, har hann m.a. hevur brúkt nógva tíð uppá at klintring, cliff-jumping og slackline.

 
10259126_10202227473270848_9053210616737308943_o.jpg

Jón Pauli Olsen

Undirvísari
Fótbóltsbreytin

Jón Pauli Olsen (f. 1968) hevur drúgvar royndir sum fótbólts-venjari í Føroyum og hevur m.a. vant lið í Effodeildini (bestu mansdeildini), A-landsliðið hjá kvinnum og U-17 landsliðið hjá kvinnum. Jón Pauli hevur eisini síðan 2013 staðið á odda fyri fótbóltinum á ítróttarbreytini hjá Vágs Skúla. Áðrenn Jón Pauli gjørdist venjari, var hann sjálvur fótbóltsspælari og hevur í nógv ár spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum.

 

Óðinn Johansen

Undirvísari
Parkour

13103370_10209309366840829_6238865963483586048_n.jpg

Jón Bjarnason

Undirvísari
Svimjibreytin
Ítróttaástøði

Svimjibreytin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnason (f. 1970). Jón Bjarnason er útbúgving elite-svimjivenjari (1999 og 2000) og hevur harumframt eisini FINA-útbúgving (2001) sum venjari hjá ungdómum. Jón Bjarnason er royndast svimjivenjari í Føroyum og harumframt eisini sera høgt í metum millum útlendskar venjarar. Jón hevur vant bæði føroysk og donsk landslið, feløg í Føroyum og í Danmark, harumframt hevur  Jón verið venjari til bæði Oyggjaleikir, Norðurlendsk meistaraskap, Evropameistarskap, World Cup kappingar, Heimsmeistaraskap og Olympisku leikir.

P1550049.jpg

Halltóra Joensen

Undirvísari
Adventurebreytin
Politivenjing

Halltóra er elskar at vera í okra vøkru náttúru og leggur stóran dent á venjing, ágrýtni og persónliga útvikling. Hon er útlærdur politistur á politiskúlanum í Brøndby Øster í Keypmannahavn í 2005 og kemur at taka sær av politivenjingum. Harumframt er hon útlærd 1. hjálpsinstruktør, og skipar í hesum sambandi fyri at allir næmingarnir fáa 1. hjálparskeið. Halltóra hevur drúgvar royndir sum fótbólstleikari. Fótbóltsleiðin byrjaði saman við dreingjunum hjá Royn. Hon hevur verið fastur leikari á kvinnulandsliðnum í fótbólti frá 1997 til 2005. – Undir útbúgvingar árunum var hon leikandi venjari hjá kvinnunum í fótbólti hjá ÍF Føroyum á Kløvermarkini. Síðstu tíggju árini hevur hon vant børn í fótbólti hjá Royn og FC Suðuroy.