Gerðandisdagurin
Máltíðir, klædnavask og reingerð
Á uppihaldinum á skúlanum fáa næmingarnir húsliga ábyrgd. Morgunmatur, millummáli og nátturði verður gjørdur av næmingunum saman við starvsfólki. Næmingarnir verða uppdeildir í mathold, sum saman við undirvísararnum, gera eina matarætlan til alla vikuna. Her verður dentur lagdur á at maturin skal vera fjølbroyttur og heilsugóður. Harumframt fáa næmingarnar eisini ábyrgd av vasking av klæðum og reingerð av bústaði.
Næmingarnir skulu hava súkklu við, sum verður nýtt til flutning á ymsku undirvísingar økini; millum annað vestur á Eiðið (útilív og ítróttur) og Oyrarnar (Pálshøll og Marghøll).
Reglugerð fyri næmingar á Ítróttaháskúlanum
Á Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tú ábyrgd av bæði egnum og felags lívinum. Av somu orsøk eru ásettar reglur fyri atburði, soleiðis at felags lívi og fakligu málsetningarnar fáa best gjørligu umstøður:
Tað er møtiskylda til ásettu tið til venjing og undirvísning, frálæru, máltíðir og tiltøk, sum skúlin skipar fyri. Í serligum førum kunnu næmingar fáa loyvi at sleppa undan luttøku, í slíkum førum verður hetta gjørt eftir avtalu og við loyvi frá leiðaranum á Ítróttaháskúlanum.
Tað skal verða friður á næmingabústaðnum kl. 22.30. Eftir hetta, er vanlig friðalig samvera loyvd. Næmingar skulu búgva á háskúlanum.
Vitjan og møgulig yvirnátting av gestum kann verða loyvd eftir avtalu við háskúlaleiðaran. Eftir avtalu við leiðaran ber til at fáa vitjandi og møguliga eisini náttarliggjandi gestir í skúlauppihaldinum á Ítróttaháskúlanum.
Alkohol er bannað. Somuleiðis eru onnur rúsandi evni bannaði á skúlanum. Doping er eisini bannað. Brot á hesar reglur førir við sær burturvísing.
Tað húsliga
Næmingarnir fáa Næmingar eta, gera mat og vaska klæðir í Stóra Pakkhúsi, sum er nakrir fáir minuttir frá smáttunum við Laksá.
Næmingar taka lut í matgerðini, bæði tá umræður morgunmati, døgurða og Nátturða. Eisini standa næmingarnir fyri innkeypi til matgerðina. Upprudding og vask eftir matgerðina standa næmingar eisini fyri. Hetta verður skipað soleiðis, at tey verða uppdeild í mathold, sum kemur at hava eina
Feature 1
The following is placeholder text known as “lorem ipsum,” which is scrambled Latin used by designers to mimic real copy. Quisque congue porttitor ullamcorper. Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit.
Feature 2
The following is placeholder text known as “lorem ipsum,” which is scrambled Latin used by designers to mimic real copy. Donec ac fringilla turpis. Suspendisse nec congue purus.
Feature 3
The following is placeholder text known as “lorem ipsum,” which is scrambled Latin used by designers to mimic real copy. Vivamus a ante congue, porta nunc nec, hendrerit turpis. Mauris egestas at nibh nec finibus.