Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur fingið 39,8 mió. kr. frá Nordea-grunninum til ein nýggjan skúlabygning. Játtanin er eitt stev á vegnum, um at savna undirvísing, ítrótt, útilív og felagsskap undir einum taki – við føroysku náttúruni sum miðdepil.
Síðani stovnanina í 2016 hevur Ítróttaháskúlin í Suðuroy ment seg til eitt altjóða læringsumhvørvi, sum dregur ung úr Føroyum, Norðurlondum og úr øðrum londum kring heimin. Náttúran og virkið útilív eru ein týðandi partur av undirvísingini, har fjøll, havið og landslag verða nýtt sum eitt virkið læringsrúm. Her verða faklig og persónlig menning sameind við felagsskapi, kropsligari rørslu og upplivingum í føroysku náttúruni.
“Stuðulin frá Nordea-fondinum er ein varði í søguni hjá Ítróttaháskúlanum á Suðuroy. Vit hava ment skúlan gjøgnum mong ár, og nú fáa vit møguleikan at skapa karmarnar, sum kunnu lyfta hann enn longri. Náttúran verður framvegis okkara týdningarmesta læringsrúm, meðan nýggi bygningurin verður okkara felags stað. Samstundis ynskja vit, at skúlin skal vera opin fyri samfelagið og skapa enn meira lív og felagsskap í bygdini.“ – Miriam Jannit Norðberg, skúlastjóri á Ítróttaháskúlanum á Suðuroy
Nýggi skúlin verður umleið 2.000 m² og verður staðsettur miðskeiðis í Vági á einari 4.500 m² stórari grund, tætt við fjørðin. Vágs kommuna hevur latið økið til skúlan.
“Ítróttaháskúlin í Suðuroy er eitt heilt serligt stað, har náttúran skapar framúr karmar um felagsskapin. Hjá Nordea-grunninum eru vit errin av at stuðla nýggja skúlabygninginum, sum skal stuðla undir visiónir skúlans um at skapa enn betri karmar fyri næmingarnar – men eisini fyri borgarar og feløg í samfelaginum, sum eisini kunnu brúka umstøðurnar hjá skúlanum“ sigur Christine Paludan-Müller, úthlutunarstjóri í Nordea-fondinum.
Les meira á síðuni hjá Nordena-fonden:
https://nordeafonden.dk/nyheder/ny-skole-skal-styrke-aktive-faellesskaber-og-friluftslivet-paa-suduroy